“Hofteholdet” á ríðiferiu á Læsø
Dundrandi hógvadun á sandi hoyrist víða um. Tú undrast yvir, hvat hetta man vera? Jú, hygg! Nú dagar ein flokkur av rúttarum undan! O, denn sjáldsami flokkur! Ein serligur flokkur av hálvgomlum konum í flúgvandi tvíspori – og við stórum smílum á andlitinum. “Hofteholdet” er á ferð!
Skrivað hevur: Eyðna Simonsen

Frá vinstru: Johanna, Elspa, Ingrid, Sanna, Marjun, Bjørg, Sunneva, Eyðna, Sólja og Anja
Enn ein praktfull ríðiferia á Læsø
Endiliga upprann dagurin, har vit kundu lena okkum afturá í bleytu stólunum í Laterna Magica umborð á Norrönu – við stokkum í hond og einum leskiligum drykki á borðinum. Nú var ferðin byrjað!
Vit høvdu glett okkum so sera nógv. Til enn einaferð at upppliva frálíku, friðsælu, lítlu oynna, Læsø, á rossabaki. Fyri fleiri í ferðalagnum var hetta triðja ferðin, fyri nakrar var tað onnur ferðin og fyri Anju var hetta fyrsta ferðin til Læsø á ríðiferiu.
Vit nutu dagarnar umborð á Norrönu við at taka okkum av løttum, njóta avbera góðan mat, práta, bloyta okkum í heitu pottunum, binda og flenna.
Komnar til Hirtshals gekk leiðin til Frederikshavn við einum steðgi í Ålbæk at vitja eina vinkonu hjá Sannu. Okkum var sýnt stórt gestablídni í ótrúliga vakra heiminum hjá Ninnu – takk fyri tað!
“Hofteholdet” kemur til Krogbækgaard
Ríðiferian bleiv aftur hesa ferð hildin á hugnaliga Krogbækgaard. Sunnudagin skuldu vit royna ross í høllini – og áðrenn hetta, spurdi Lasse, sum eigur og rekur Krogbækgaard, hvat hann átti at vita um okkum, soleiðis at hann kundi velja bestu rossini til okkara mentalu og kropsligu førleikar.
Í spyrjirunduni hjá Lassa kom skjótt fram, at her vóru ávísar avbjóðingar. Fleiri høvdu ilt í bæði einari ella báðum mjadnunum, okkurt knæ gjørdi fortreð, krampar í tærnum og sovandi bein, inflammatiónir og onkur blokada var eisini á listanum. So tað var skjótt, at vit doyptu okkum sjálvar “hofte-holdet”
So í høllina at royna rossini, sum Lasse hevði funnið til okkum. Vit fetaðu runt og skuldu so royna tøltið. Og neyðars Lasse, sum júst hevur verið illa sjúkur, hann tuskaði aftur og fram fyri at fáa skil uppá okkum, rossini og gongulagið í heilt ótrúliga heitu høllini!

”Hofteholdet” saman við Lasse
5 dagar við framúr góðum ríðitúrum
Hvør dagur byrjaði við morgunmati kl. 8, síðani smurdu vit matpakkar, og kl. 9.30 stóðu vit klárar í fjósinum. Vit riðu síðani í tveir tímar, høvdu matarsteðg í umleið hálvanannan tíma og heimferðin vardi eisini einar tveir tímar. Heimkomnar slappaðu vit av við nýbakaðari køku og onkrum leskandi afturvið, fóru í pott og brúsu, kanska onkran lítlan túr, ótu nátturða og so í bindi-, flenni- og prátiklubba.
Mánadagur úti á Rønnerne
Mánadagin gekk leiðin fyrst út á Rønnerne. Rønnerne er eitt heilt serligt, partvís friðað, landslag við fløtum heiðum, bøi, sandheyggjum og smáum hólmum við ríkum fugla- og plantulívi. Nógv neyt ganga eisini úti á Rønnerne. Tey vóru ofta sera forvitin, komu viðhvørt øðiliga nær og vildu illa flyta seg. Vit væntaðu næstan, at vit máttu traðka til sum “cowgirls”, men okkara fittu ferðaleiðarar kláraðu at reka tey burtur, hóast vit hoyrdu onkra teirra segði: “Jeg er så skidebange for dem!”
Vit fetaðu og tøltaðu avstað ein langan túr, har vit nutu vøkru náttúruna og góða veðrið. So kom spurningurin: “Er alle med på at gallopere?” Ja! Sjálvandi! Og so allur riðilin í lop eftir sandinum. Ein fantastisk kensla av frælsi – og smílini vóru breið. Vit riðu inn til ein skóg, har matpakkarnir blivu etnir og rossini fingu eina góða, langa hvílipausu. Heim aftur gekk leiðin so ein annan veg.

Úti á Rønnerne
Læsø-salt og eitt óheppið fall
Týsdagin gekk leiðin umvegis Rønnerne og longri út ímóti sjónum. Eitt fantastiskt umráði, har vit fetaðu stillisliga í grunnum vatni eitt langt strekki. Eftir hetta gekk leiðin til Læsø Saltsyderi, har matpakkin bleiv etin og vit fingu høvi at síggja framleiðsluna og ogna okkum góðar vørur við Læsø-salti. Johanna var so óheppin, at rossið snávaði, so hon datt av og brákaði tvey rivjabein! Men tað visti eingin tá – og kná, sum hon er, fór hon beint “op på hesten igen!”

Eitt fantastiskt umhvørvi!
Lívfrøðiligt margfeldni í ólukku mát!
Mikudagin var skógtúrur á skránni. Vit riðu fyrst gjøgnum lítla býin, Byrum, og komu skjótt inn í skógin. Tað er altso nakað serliga friðsælt og vakurt við at ríða í skógi. Ljósspælið millum trøini, bleyta undirlagið og vakri vøksturin. Tó var meira enn ríkiligt av lívfrøðiligum margfeldni í luftini! Milliónir av flugum, mýggjabitum og øðrum flogkyktum surraðu rundan um okkum og plágaðu summi av rossunum serliga illa. Komnar til eina hugnaliga skógarsmáttu ótu vit matpakkar og leiðin gekk síðani heim eftir m.a. “Nissestien”, har fittar nissur í ymiskum støddum og sniðum eygleiddu okkum, og sjálvur jólamaðurin stóð við endan á gøtuni millum trøini.

Matarsteðgur í skógarsmáttuni
Eymir kroppar
Hósdagin var veðrið eitt sindur ruskutt. Frískligur vindur og meira væta í luftini. Túrurin gekk aftur út á Rønnerne og út til sjógvin – heimtúrurin blevi tó eitt sindur styttri eftir okkara áheitan. Tí nú vóru fleiri okkara ótrúliga eymar í kroppinum, bæði nevnilig og ónevnilig støð! Tó skal sigast, at tær, sum javnan venja og halda seg í gongd, vóru munandi betur fyri enn vit aðrar. So til næstu ferð: Kropslig venjing má til, áðrenn man kastar seg út í 5 dagar við longum ríðitúrum! So vit vóru takksamar fyri Panodil og Ibuprofen!

Júst heimkomnar av túri
Sorgblíður seinasti túrur
Fríggjadagin vóru vit sama túr sum mánadag, tó við meira tvíspori – bæði á sandinum og í bønum – og eini styttri leið heimaftur. Tilsamans riðu vit einar 20-25 km um dagin, so væl yvir 100 km uppá fimm dagar er ikki so galið av einum “hofte-holdi”!
Eitt sindur sorgblítt at siga farvæl við rossini, men vit ætla okkum avgjørt at koma aftur!
Og Bodil var við!
Vit hittu Bodil fyrstu ferð í 2021, og hon var aftur við nú í ár á somu ríðiferð, sum vit. Og Bodil er 76 ár og ein fyrimynd fyri okkum. Hon var við allan vegin á rossabaki – uttan nakað himpr! Hon er á ríðiferiu á Krogbækgaard fleiri ferðir um árið. Fitt og fryntlig at práta við um kvøldarnar, tá hon sat saman við okkum í føroyska bindiklubbanum.
Hendurnar upp, hælirnar niður og ger ein “Leif”
Ungu, tolnu, fittu og fryntligu fólkini, sum fylgdu við og hildu stýr á okkum, hava stórt rós uppiborið! Tað er so heilt vist! Tey hirsaðu og skumpaðu okkum upp á rossini, spentu búkreimar, stýrdu túrunum við: “Forbered til tøøølt!” og: “Så tøøølter vi!”. Tey riðu aftur og fram og hjálptu til og góvu góð ráð. Mintu okkum á at taka hendurnar longri upp, hava hælirnar niðri og gera tað, sum vit kalla ein “Leif”, t.v.s. lena okkum væl afturá og seta okkum tungt í saðilin 😉
Smakkleykir og búkar høvdu góðar dagar
Og maturin, sum vit ótu hesar dagarnar! Eg havi næstan ikki orð fyri tí! Fyrst alt tað góða umborð á Norrönu. Síðani royndu vit nakrar matstovur á Læsø við nýfingnum skeljamati, fiski og øðrum góðum. Og síðst, men ikki minst, maturin á Krogbækgaard. Ádú, ádú! Har manglaði EINKI! Um kvøldið var altíð ein høvuðsrættur og fleiri sløg av salati og nýbakað breyð. Týskvøld var lambskvøld, mikukvøld var viltsvín á matarlepanum og hóskvøld fekst alt gott úr sjónum. Týs-, miku- og hóskvøld var opin matstova fyri øll og gott var at síggja, at nógv fólk uttanífrá komu at njóta matin og hugnaliga umhvøvið á Krogbækgaard, sum stórt sæð bara brúkar stuttfluttar og egnar rávørur.

Matur av allarbestu dygd!
Alt gott fær ein enda
Vit endaðu góða vanan við framúrskarandi mati umborð á Norrönu, bæði í Munkastovu og Skansagarði, meðan vit mentalt fyrireikaðu okkum til at eta góða, gamla havragreytin mánamorgun. Ein ógloymandi ferð var komin at enda, har smíli- og flennivøddarnir høvdu havt tað strævnast. Takksemið er stórt!
Vilja tit síggja okkum í “action” og annars vita meira um Krogbækgaard, so hygg inn á https://www.facebook.com/rideferiedk. Lasse hevur lagt film út frá viku 32, har vit eru við.
