16 ára gamla Yrsa Halsdóttir Djurhuus fer at kappast á Landsmóti Hestamanna

Okkum kunnugt er Yrsa Halsdóttir Djurhuus fyrsti føroyingur, sum kappast á stóru íslendsku rossastevnuni, Landsmót Hestamanna, sum verður hildin á Hólum í Íslandi í døgunum 5. til 11. juli.

Yrsa arbeiðir fyri tíðina á garðinum hjá Súsonnu Sand Ólafsdóttir, sum nógvir føroyingar kenna í rossahøpi. Yrsa fór í praktikk hjá Súsonnu í 9. flokki í 2025, og so skjótt, hon var liðug við 9. flokk, gekk leiðin beinleiðis yvir aftur til Íslands, har hon stórt sæð hevur verið síðani. Hon arbeiðir við at venja og passa nógv ymisk ross, og so hevur hon eisini verið við í ymiskum kappingar.

Í juni var hon til úttøkukapping til Landsmótið. Har kvalifiseraðu Yrsa og hesturin, Ljúfur frá Skógarnesi, seg til at kappast á Landsmótinum við flottum karakterum. Tey gjørdust nummar fýra í greinini Gæðingakeppni B í unglingaflokki, 14-17 ár, við karakterinum 8,41.

Spennandi verður at fylgja við í, hvussu fer at ganga hjá Yrsu og Ljúfi. Vit ynskja teimum allarbestu eydnu á Landsmótinum.